Link Search Menu Expand Document

Ubuntu á Føroyskum

Tað ber nú til, at fáa Ubuntu á føroyskum. Inntil vit hava umsett 5% av stýriskipanini, verður føroyskt ikki útgivið av Ubuntu. Tí hava vit tikið sakina í egnar hendir og lagt okkara egna málpakka út. Hendan vegleiðing vísir á hvussu tú leggur málpakkan inn, og hvussu tú virkir hann.

GG: Málpakkar eru tøkir fyri hesar Ubuntu-útgávur: 26.04 LTS (Resolute), 25.04 (Plucky), 24.10 (Oracular), 24.04 LTS (Noble) og 22.10 (Kinetic).

Tað fyrsta tú skalt gera, er at leggja eitt nýtt pakkasavn inn. Hetta gerst tú við at koyra fylgjandi stýriboð í arbeiðsstøðini:

sudo add-apt-repository ppa:boginw/faroese

Hareftir, skalt tú dagføra tíni pakkasøvn

sudo apt update

Legg síðan málpakkarnir inn við tí fylgnadi:

sudo apt install language-pack-fo language-pack-fo-base \
    language-pack-gnome-fo language-pack-gnome-fo-base

Eftir at hetta er lagt inn, opna so “Settings”, vel “Region & Language”, síðan “Language” og so “Faroese”. Tú verður síðan biðin um at rita út og inn áðrenn mál er virkja.

Dagføringar

Vit royna at fylgja við nær nýggjir “delta”-pakkar verða útgivnir á Launchpad. Tá ein nýggjur pakki verður útgivin, verða broytingar pakkaðar niður í eina dagføring sum síðan verður útgivin á pakkasavninum. Sum nú er, sær tað út til, at “delta”-pakkarnir verða útgivnir hvønn sunnudag (sí núverandi skema), og vit fara at royna at fylgja hesum.