Leiðreglur til Launchpad
Hendan síðan inniheldur alt tað, ið tú skalt vita, fyri at umseta verkætlanir í Launchpad, t.d. Ubuntu. Einhvør persónur, ið ynskir at umseta til føroyskt, á Launchpad, eigur at lesa innihaldið á hesari síðu fyrst. Nýggir týðarir eru altíð vælkomnir á https://launchpad.net/~ubuntu-l10n-fo og á okkara Slack-rás. Allar umsetingar verða samskipaðar á hesari skrá.
Grundleggjandi
Umsetingar í Launchpad kunnu vitjast við teirra Launchpad atsetur, ið hevur sniðið:
https://translations.launchpad.net/{navn á verkætlan}/...
Pakkar hjá Ubuntu eru eyðkendir við at {navn á verkætlan}
er ubuntu
. Umráðandi er at vera ansin áðrenn tú týðir pakkar hjá Ubuntu, orsaka av at mangir pakkar hjá Ubuntu innflyta umsetingar aðrastaðnis. Aðrar verkætlanir á Launchpad kunnu týðast uftan onnur fyrilit.
Summar umsetingar eru at finna bæði í einari serstakari verkætlan í Launchpad og sum verkætlan undir Ubuntu. Í hesum førum skal verkætlanin týðast á síðuni hjá tí serstakari verkætlanini.
Gnome
Nógvar umsetingar hjá Ubuntu koma frá Gnome verætlanini. Gnome verkætlaninar verða ikki einans nýttar av Ubuntu. Fleiri Linux útgávur so sum Fedora, Manjaro og Debian nýta Gnome.
Fyri at umgangast at umseta tað sama fleiri ferðir, so er best um umsetingar verða framdar hjá Gnome. Her er eisini ein verkætlan https://l10n.gnome.org/teams/fo/.
Launchpad
Tað ber til at umseta verkætlanir á Launchpad við at nýta teirra vev-umsetara ella við við at heinta po-fílurnar. Tað er nógv einfaldari at nýta vev-umsetaran.
Mannagongdin til umsetan er einføld: Ein skrivar eitt uppskot til eina umsetan, og eina annar góðtekur umsetingina. Einhvør er vælkomin at umseta eitt hvørt, man nýtist ikki at spyrja fyri at byrja.
Hevur tú heimild til at góðkenna umsetingar, nýt so altíð “Someone must review this translation” tá ið tú umsetur.
Tá ið ein umseting er góðkend, er tað í lagi at fremja lítlar rættingar og góðkenna tær beinleiðis. Tó burdi man boða upprunaliga umsetaranum frá.