Link Search Menu Expand Document

Leiðreglur til GNOME

G.G: Hendan síðan er í ger. Vinarliga royn aftur seinni.

Hendan síðan inniheldur alt tað, ið tú skalt vita, fyri at umseta verkætlanir á GNOME, t.d. Nautilus. Einhvør persónur, ið ynskir at umseta til føroyskt, á GNOME, eigur at lesa innihaldið á hesari síðu fyrst. Nýggir týðarir eru altíð vælkomnir á https://l10n.gnome.org/teams/fo/ og á okkara Slack-rás. Allar umsetingar verða samskipaðar á hesari skrá.

Grundleggjandi

Umsetingarskipanin hjá GNOME kann verða trupul hjá nýggjum at seta seg inn í. Tí hava stovna eina aðra síðu, har til ber at umseta GNOME verkætlanir: https://weblate.umset.fo/. Hendan síðan nýtur skipanina Weblate ið er sera einføld at nýta, í mun til tí hjá GNOME. Vit viðmæla at tú nýtur hesa síðuna til at umseta.

Umset beinleiðis á GNOME

Verkætlanir á GNOME kunnu eisini týðast á heimasíðu teirra (https://l10n.gnome.org/teams/fo/). Fyri at umseta skal man heinta .po fíluna fyri tí verkætlanini man vil umseta. Áðrenn ein byrjar at umseta, skal man leggja verkætlanina av, við at velja “Reserve for translation”. Tá ið hetta er gjørt, kann man umseta fíluna á sínari teldu. Tá ið man er liðugur at umseta sendur man fíluna uppaftur. Fílan verður síðan skoða og hareftir løgd í verkætlina.

Til umsetan av .po-fílum viðmæla vit Gtranslator, ið kann leggjast inn við sudo apt install gtranslator á Ubuntu.